- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjónvarpið á páskum
Skíriskvøld
Klokkan 20 skíriskvøld vísir Kringvarp Føroya fyrsta part av sjónvarpssendirøð um William Heinesen, ið Suni Merkistein hevur lagt til rættis.
William Heinesen (1/5)
- Sveimandi ungdómur
Skíriskvøld
Kl. 20.00
Beint eftir fyrsta part av sendirøðini um William Heinesen skíriskvøld, er alternativi kontrybólkur Kóboykex í luftini.
Í luftini
Kóboykex
Skíriskvøld
Kl. 20.50
-----------------
Leygardagin
Størsti hondbóltsdystur nakrantíð í Føroyum verður í høllini á Hálsi leygardagin, tá ið føroyska mandslandsliðið í hondbólti skal royna at tryggja sær eitt pláss í HM-endaspælinum móti heimsstjørnunum úr Týsklandi.
Føroyar - Týskland
Leygardagin
Kl. 18.30
-----------------
Páskadag
Páskadag vísir Kringvarpið eina páskakonsert í sjónvarpinum við kórinum Fljóðljóð. Fljóðljóð er kvinnukór við 16 royndum sangarum, stovnað á heysti 2016. Kórið syngur ymisk sløg av tónleiki, bæði klassiskt, sálmasang og aðrar norðurlendskar kórsatsir, umframt nýggjari, lættari tónleik. Kórleiðari er Súsanna Joensen.
Páskakonsert við Fljóðljóð
Páskakvøld
Kl. 19.00
Páskakvøld verður annar partur av sendirøðini um William Heinensen eisini í sjónvarpinum. Tað er í tretivuárunum, at tað brestur fyri nev hjá Williami. William hittir nú kvinnuna, sum verður hansara, og vissar honum eitt neyðugt støðufesti og stavnhald. Hann og Lisa, sum er ættað av Signabø, seta seg niður í nýggjum húsum uppi undir Varða, langt oman fyri býin. Tey fáa tríggjar synir. William hevur framvegis sítt dagliga yrki í handlinum hjá pápanum, men kýtir seg samstundis at skriva og senda forlagnum í Danmark síni handrit. Til endans bragdar, og í 1934 kemur fyrsta skaldsøgan, Blæsende gry. Ein smátta verður bygd á heygnum oman fyri húsini.
William Heinesen (2/5)
- familjumaður og gjøgnumbrot
Páskakvøld
Kl. 20.00
-----------------
2. páskakvøld
Møguleiki verður at sleppa á konsert við Teenstreet 2. páskakvøld.
Teenstreet - konsert
2. páskakvøld
Kl. 19.00