Meiri peningur til Almannaverkið og Strandferðsluna

Meiri peningur til Almannaverkið og Strandferðsluna
Verður broytingin hjá meirilutanum í fíggjarnevndini samtykt, verður hallið í eykajáttanarlógini nærum 100 mió. kr.
Meirilutin í fíggjarnevndini skjýtur upp at játta Almannaverkinum tríggjar milliónir aftrat, so tað slepst undan sparingum í trivnaðartænastunum.
 
03.05.2022 - 08:32

Tríggjar milliónir skulu játtast til trivnaðartænastur hjá Almannaverkinum, so sleppast kann undan sparingum har.

Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur skrivað álit um uppskotið um eykajáttanarlóg hjá landsstýrinum. 

Meirilutin, í honum eru samgongan, Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin, vil eisini geva Strandfaraskipum landsins fimm milliónir aftrat, so sleppast kann undan at hækka farmaprísirnar á suðuroyarleiðini.

Landsstýrið hevur biðið um størri játtan til fólkaskúlan, 3,6 mió. kr., og til Sernám, 400.000 kr. 

Hesar hækkingar eru við í broytingaruppskotinum hjá meirilutanum.

 

H-bygningurin fær 25,6 mió. kr. aftrat í eykajáttanarlógini.

 

Hallið umleið 100 mió. kr.

Harafrat skulu játtast Landssjúkrahúsinum 25,6 mió.kr. til kjallaran í H-bygninginum.  

Við hesum broytingum verður hallið í uppskotinum 98,8 milliónir í staðin fyri 61,3 milliónir.  

Ruth Vang í Framsókn vil ikki lata Strandfaraskipum landsins fleiri pengar, men tekur annars undir við meirilutanum. 

Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi sigur, at hann tekur støðu í tingsalinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983