ES-forsetin noyddist at leita sær skjól í Odessa

ES-forsetin noyddist at leita sær skjól í Odessa
Russar søktu at málum í býnum, samstundis sum Michel hevði fund við ukrainska forsætisráðharran
ES-forsetin, Charles Michel, og ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, í Odessa í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.05.2022 - 08:35

Foprsetin í ES, Charles Michel, mátti í skundi finna sær skýli, tá hann í gjár var á loyniligari vitjan í Odessa í Ukraina.

Russar søktu at málum í býnum, samstundis sum Michel hevði fund við forsætisráðharran í Ukraina, Denys Sjmyhal.

Tá fundurin og atsóknin var av, segði Michel, at ES framveg9s fer at stuðla Ukraina í allar mátar í stríðnum ímóti Ruslandi.

Charles Michel segði, at nógv korn verður avskipað úr Odessa til nógv lond kring heimin. Men kríggið hevur gjørt, at tað er ikki møguligt, og tí má ein loysn finnast, so londini, sum eru ringast fyri, kunnu fáa nóg mikið av korni.

Talan kann gerast um eina vanlukku fyri fleiri lond, sigur Charles Michel.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817