- Gentur skuldu jú hava sítt hár

10.05.2022 - 14:57
Mentan
- Gentur skuldu jú hava sítt hár
Sum 9 ára gomul var hon at síggja til eitt púra vanligt barn. Men spakuliga byrjaði hárbustin at fyllast meira og meira við hári. At enda var einki hár eftir á høvdinum.
19 ára gamla Sólvør vaks upp í Miðvági. Í dag býr hon í Havn og gongur í 2. g á Glasi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Smittar tað? Hevur tú kreft? Ert tú ein drongur?  

Hesir eru nakrir av mongu spurningunum, sum Sólvør hevur fingið, síðani hon sum smágenta byrjaði at missa hárið.

Sum 9 ára gomul var hon at síggja til eitt púra vanligt barn. Men spakuliga byrjaði hárbustin at fyllast meira og meira við hári, soleiðis at mamman til endans mátti tøma bustina fleiri ferðir, áðrenn hon var liðug at greiða dóttrini.

At enda var so at siga einki hár eftir á høvdinum á lítlu gentuni. Í byrjanini føldi Sólvør, at okkurt var galið við sær, og hon skilti púrt einki av tí, sum hendi.

 

 

Í dag er Sólvør 19 ár. Hon gongur í 2. g á Glasi, og tá ið hon ikki er í skúla, so veitir hon eina hjálpandi hond og er virkin í alskyns felagsskapum. 

Hóast tað til tíðir er strævið at ganga í skúla, er Sólvør sannførd um, at hon skal hava ein útbúgving. Dreymurin er at arbeiða við filmslistini.

Og so hevur Sólvør eina sjónliga, auto-immuna sjúku, sum kallast Alopecia. Sjúkan ger, at immunverjan hjá Sólvør loypur á hársekkirnar, og tað viðførir hármiss. Kortini er hetta ikki nakað, sum ávirkar gerandisdagin hjá unga miðvinginum. 

 

Var tað ein straffur? 

Men tað hevur ikki altíð verið soleiðis. Tá ið Sólvør minnist aftur á barndómin, minnist hon eisini aftur á eina gentu, sum stríddist. 

Tí ungu barnaárini vóru merkt av ymsum avbjóðingum, sum onnur smábørn ikki kendu til. Hárið var jú, sum hjá so nógvum øðrum børnum, ein stórur partur av samleikanum hjá lítlu gentuni. 

Burtur úr hesum stóðust eisini nógvir trupulleikar og spurningar, sum í høvdinum á Sólvør stóðu ósvaraðir. Hesa tíðina fylti trúgvin meira í gerandisdegnum hjá Sólvør, og trúgvin ávirkaði eisini, hvussu hon hugsaði um sjúkuna og seg sjálva.   

- Eg plagdi at hugsa, at tað var Gud, sum straffaði meg. Eg hevði gjørt okkurt býtt, og tí skuldi eg missa hárið. Straffurin var, at eg skuldi blíva til ein drong.  

 

- Gentur skuldu jú hava hár

Hóast hon altíð fekk viðurkenning frá familjuni um, at hon var vøkur og fantastisk, júst sum hon var, so kendi seg Sólvør einsamalla. At vera ein lítil genta, sum ikki hevði hár, kendist bæði óvirðiligt og ógentuligt. 

Tað finnast heldur ikki serliga nógvar myndir av Sólvør frá hesum tíðarskeiði, tí Sólvør kendi seg ikki nóg góða til at vera á einari mynd.   

- Man visti jú bara, at gentur skuldu hava langt hár, og dreingir skuldu hava stutt hár. Eg setti onkursvegna útsjóndina hjá mær í samband við mítt virði. Og tað er faktisk nokk so syrgiligt, tá ið eg hugsi um tað í dag. Tí eg eri eg, og eg eri tann sama, hóast eg kanska síggi eitt sindur øðrvísi út. Men faktisk haldi eg ikki, at síggi so øgiliga øðrvísi út.   

 

Sólvør, sært tú meg

Caption: 
Skíggjamynd av Sólvør úr fyrsta parti av nýggju ungdómssendingini "Sært tú meg?".

 

Kendi seg nakna

Sólvør var ein vanlig genta við óvanligum trupulleikum. Í fimta flokki fekk hon sín fyrsta parykk. 

Hon var tá virkin í ymsum ítróttagreinum. Men virkni gerandisdagurin hóskaði ikki altíð fult so væl við at ganga við parykki. Hon minnist aftur á eina serstaka hending á flogbóltsvøllinum.

Hon datt um bandið, sum heldur stongunum uppi á pláss. Beinanvegin merkti Sólvør, at okkurt var galið. Hon hugdi runt, og parykkurin var ikki at finna. Eyguni fyltust við tárum, meðan hon í berum sansaloysi leitaði eftir hárinum hjá sær.  

- Eg føldi meg nakna, og eg hevði ongastaðni at goyma meg. Eg kundi ikki gera nakað uttan at halda um høvdið. Tíbetur komu vinkonurnar rennandi fyri at hjálpa mær. Men sum ung vóru tað nógvar slíkar hendingar, sum ja, vóru traumatiserandi.  

 

Ein heilt nýggj verð

Ein dagin setti Sólvør við telduna. Hon hevði sett sær fyri at leita sær fram meira kunning um sjúkuna, og tað var sum um, at ein heilt nýggj verð læt seg upp. 

Frá at kenna seg einsamalla, og at eingin var líka sum hon, fann hon fólk at spegla sær í. Á sosialu miðlunum fann hon onnur, sum kendu til kenslurnar, stríðið og einsemi.  Hon var ikki einsamøll.  

- Tað at kunna fara á netið og leita eftir gentum, sum líkjast mær, hava upplivað tað sama sum eg og hava somu trupulleikar sum eg, er mega gevandi. At síggja hesi fólkini við feitum persónligheitum liva við sjúkuni og vera glað fyri sítt lív, hevur hjálpt mær nógv.  

 

 

Ein lætti at tveita parykkin 

Í 8. flokki fór Sólvør við familjuni til summarstrendurnar á Mallorka. Hendan ferðin broytti alt. Øgiligi hitin gjørdi, at Sólvør ikki orkaði at brúka parykkin hjá sær.

Hon var í einum fremmandum landi, og umframt at tættasta familjan var við, sum kendi alt til trupulleikarnar hjá Sólvør, vóru annars bara fremmand fólk rundan um hana.  

- Eingin kendi meg, so eg føldi, at alt var okey.  

Tá ið Sólvør kom heim aftur, livdu kenslurnar av frælsi og lætta enn í henni. Kenslur, sum stóðust burturúr at ganga uttan parykk. 

Hóast avgerðin var alt annað enn løtt, gjørdi Sólvør av, at tíðin við parykki var komin at enda.  

- Tað tók mær nakrar vikur av skúlaárinum, men ein dagin kom eg í skúla uttan parykk. Tað var tann mest nervapirrandi løtan í mínum lívi. Men eingin varnaðist tað ordiliga, og tey reageraðu als ikki, sum eg væntaði. Tey hugdu eftir mær, spurdu hví, og so svaraði eg bara hví. Eg haldi, tað bara var eg sjálv, sum var bangin.

 

 

- Í dag kann eg flenna at tí

Hóast hon onkuntíð enn fær løgnar spurningar um sjúkuna, so er hon í dag glað fyri, at hon er tann, sum verður spurd.

Tí lítla gentan, sum byrjaði at missa hárið, megnaði ikki at fáa hesar spurningarnar. 

- Eg havi fingið mega nógvar snetigar spurningar. Fólk hava til dømis spurt meg, um tað smittar, um eg eri ein drongur, ella um eg havi kreft. Tað er gott, at tey kunnu spyrja meg, tí í dag kann eg flenna eftir tí. 

 

Sært tú meg, sending

Caption: 
Saman við trimum øðrum ungum er Sólvør við í fyrsta partinum av nýggju ungdómssendingini "Sært tú meg?".

 

Sært tú meg?

Sólvør hevur verið við í hugtakandi, nýggju ungdómssendingini hjá Kringvarpinum, sum verður send hóskvøldið eftir Dag og Viku.

Í sendingini “Sært tú meg” hittast fýra, fremmandir ungdómar. Ber tað til at leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum?

Her sært tú brellbita úr fyrsta parti, sum eisini er tøkur á heimasíðu okkara hósdagin.  

 

REY03792_Saert_tu_meg_SENDING_1_reyp_1

 

Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mai
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
140145
Mikudag 25. mai
LEITISSTEIN 24.04.2022
140144
Mikudag 25. mai
Nón 25. mai 2022
140137
Mikudag 25. mai
Breddin - Fangi hjá Islamskum Stati
140117
Mikudag 25. mai
Góðan morgun Føroyar 25.05.22
140108
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mai
3-2
140037
Sunnudag 22. mai
Andaktin
139968
Sunnudag 22. mai
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
139969
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731