Stjórin í sponsku fregnartænastuni koyrd frá

Stjórin í sponsku fregnartænastuni koyrd frá
Paz Esteban López hevur viðgingið, at fregnartænastan hevur sníkt inn á telefonir hjá fleiri katalonskum loysingarfólkum
Paz Esteban López, sum hevur verið fregnartænastuovasti í Spania.
 
10.05.2022 - 16:11

Stjórin fyri sponsku fregnartænastuna er søgd úr starvi eftir boðum frá sponsku stjórnini. 

Orsøkin er, at spanska fregnartænastan hevur avlurtað fartelefonir hjá katalonskum politikarum.

Fleiri spanskir miðlar skriva í daga, at Paz Esteban López, er koyrd úr starvi, og verjumálaráðharrin, Margatrita Robles, hevur váttað tíðindini.

Í síðstu viku viðgekk Esteban López, at fregnartænastan við loyvi frá rættarmyndugleikum hevði sníkt seg inn á telefonirnar hjá fleiri katalonskum loysingarfólkum. 

Stórt trýst hevur verið á sponsku fregnartænastuna, tí telefonirnar hjá sosialdemokratiska forsætisráðharranum, Pedro Sánchez, og hjá verjumálaráðharranum, Margarita Robles, eru hakkaðar við njósnaratøknini Pegasus. 

Nógvar dátur eru stolnar úr telefonini hjá forsætisráðharranum, sigur stjórnin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817