Uppskot um misálit verður neyvan samtykt

07.06.2022 - 09:33
AktueltÚtheimurin
Uppskot um misálit verður neyvan samtykt
Uttanflokkatingkvinnan í svenska ríkisdegnum, Amineh Kakabaveh, sigur, at hon fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Svøríkisdemokratunum
Svøríkisdemokratarnir hava reist misálit á Morgan Johansson, løgmálaráðharra, men tað verður neyvan samtykt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Líkt er til, at eitt uppskot um misálit á svenska løgmálaraðharran, Morgan Johansson, verður felt, tá atkvøðugreiðsla eftir ætlan verður um middagsleitið.

Uttanflokkatingkvinnan, Amineh Kakabaveh, boðar í morgun frá, at hon fer ikki at atkvøða fyri misálitisuppskotinum hjá Svøríkisdemokratunum, og tí verður uppskotið neyvan samtykt.

Amineh Kakabaveh segði annars í gjárkvøldið, eftir at hava havt fund við umboð fyri svenska javnaðarflokkin, at hon ikki hevði tikið avgerð um, hvussu hon fór at atkvøða.

Men í morgun hevur hon eftir øllum at døma tikið støðu, og fer ikki at fella svensku stjórnina.

Andstøðan í svensika ríkisdegnum manglar eina atkvøðu fyri at fáa uppskotið samtykt.

 

Magdalena Andersson, forsætisráðharri, hevur gjørt greitt, at verður misálitið á løgmálaráðharran samtykt, leggur øll stjórnin frá sær. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Øll stjórnin leggur frá sær

Svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, hevur boðað frá, at øll stjórnin leggur frá sær, um misálitið verður samtykt.

Amineh Kakabaveh, sum er kurdi av uppruna, hevur fyrr boðað frá, at hon fór at atkvøða fyri misálitisuppskotinum, um svenska stjórnin ikki lovar at halda fast um avgerðina um ikki at selja vápn til Turkalands, og gevst at skíra kurdiskar felagskapir at vera yvirgangsfelagskapir.

 

Amineh Kakabaveh, uttanflokkatingkvinna, hevur boðað frá, at hon fer ikki at atkvøða fyri misálitinum, men tað er ikki treytaleyst. 

 

Hennara krav er beinleiðis ímóti krøvunum, sum Turkaland setur, fyri at loyva Svøríki at gerast limur í NATO.

Hon finst eisini at svensku stjórnini fyri at ganga ørindi fyri Tuskaland, tá spurningurin er um kurdar.

- Tí kann tað henda, at eg aftur broyti støðu, og fari at atkvøða fyri uppskotinum um misálit, sigur Amineh Kakabaveh. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mars
Morgunlestur fríggjadagur 31. mars 2023
154419
Hósdag 30. mars
RagnarRokk 30.mars 2023
154041
Hósdag 30. mars
Ljóarin 30. mars 2023
154937
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mars
Grønjakkar í Havn
154887
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636