Gongur illa at selja Tesla

Gongur illa at selja Tesla
Sølan í ES-londum er minkað eina helvt seinasta árið
Sambært tølunum hjá Akstovuni er eingin nýggjur Tesla bilur komin til Føroya í ár, men fýra brúktir.
 
27.05.2025 - 08:13

Tað gongur illa hjá amerikanska bilframleiðaranum, Tesla, at venda gongdini.

Í apríl vaks elbilasølan í øllum 27 londum í ES, men sølan hjá Tesla minkaði meira enn 52 prosent samanborið við sama mánað í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Acea, sum er samfylkingin fyri bilasølur í Evropa, sambært AFP-tíðindastovuni.

Sambært tølunum hjá Akstovuni er eingin nýggjur Tesla bilur komin til Føroya í ár, men fýra brúktir.

Tríggir nýggir komu í fjør og seks í 2023.

Tað er ríkmaðurin Elon Musk, sum eigur Tesla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558