Trump er misøgdur við Putin

Trump er misøgdur við Putin
Russiska álopið á Ukraina um vikuskiftið var tað størsta higartil í krígnum, sum nú hevur vart í trý ár
Donald Trump, forseti, sigur seg vera misnøgdan við russiskan starvsbróðurin.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.05.2025 - 07:57

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki nøgdur við russiska forsetan, Vladimir Putin, eftir umfatandi álopini á Ukraina um vikuskiftið.

Álopið sunnunáttina var, sambært fleiri miðlum, sum endurgóvu ukrainskar myndugleikar, tað størsta higartil í trý ára drúgva krígnum. 

13 fólk lótu lív.

 

Veit ikki, hvat er hent við Putin 

- Eg eri ikki nøgdur við tað, sum Putin ger. Hann drepur nógv fólk, og eg veit ikki, hvat er hent við Putin. Eg havi kent hann leingi. Vit hava altíð verið væl, men nú sendir hann rakettir inn í býir og drepur fólk, og tað dámar mær als ikki, segði Trump í gjár við tíðindafólk á flogvøllinum í Morristown, áðrenn hann steig umborð á Air Force One-flogfarið.

Spurdur um hann umhugsar nýggj tiltøk móti Russlandi, er svarið: 'Púra vist'.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224