Skal vera lættari hjá ungum í Danmark at fáa bústaðarlán

Skal vera lættari hjá ungum í Danmark at fáa bústaðarlán
Finans Danmark mælir til, at reglurnar um lántøku skulu gerast liðiligari
Finans Danmark sigur, at reglurnar hjá Fíggjareftirlitinum um lántøku eru vorðnar ov torførar.
 
27.05.2025 - 08:03

Peningastovnarnir í Danmark fara at lætta um hjá ungum at læna til bústað.

Finans Danmark, sum er áhugafelagsskapurin hjá peningastovnum, mælir til, at reglurnar um lántøku gerast liðiligari, so lættari verður hjá ungum at fáa lán til bústað.

Ítøkiliga mælir Finans Danmark til, at pengingastovnar eiga meira enn nú at taka inntøkuna hjá teimum ungu í framtíðini, tað er, tá tey eru liðug at lesa, við, tá kredtittvirði teirra verður mett.

Peningastovnar eiga eisini at gera eina ætlan saman við ungum lántakarum, so tey ikki sum nú eiga at raðfesta bústaðarlán fremst, men dýr lestrarlán.

 

Reglurnar ov torførar

Finans Danmark sigur, at reglurnar hjá Fíggjareftirlitinum um lántøku eru vorðnar ov torførar.

Hetta gevur ungum forðingar.

Fíggjareftirlitið svarar, at tað er longu farið í holt við at endurskoða reglurnar.

Peningastovnarnir í Føroyum eru limir í Finans Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558