Fyrrverandi Volkswagen-stjórar dømdir sekir fyri at svika við útláti

Fyrrverandi Volkswagen-stjórar dømdir sekir fyri at svika við útláti
11 milliónir bilar høvdu ritbúnað, sum vísti, at bilarnir dálkaðu nógv minni, enn teir í veruleikanum gjørdu
Mett verður, at mongu sakarmálini í kjalarvørrinum av "diesel gate" hava kostað Volkswagen 223 milliardir krónur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.05.2025 - 12:00

Ein dómstólur í Týsklandi hevur dømt fýra fyrrverandi stjórar í Volkswagen sekar í sonevnda 'diesel-gate'-málinum.

Teir fýra vóru ákærdir fyri svik og skipað brotsverk.

Volkswagen kom í djúpa kreppu orsakað av gøluni, sum er víðagitin sum 'diesel-gate', og óteljandi rættarmál og útreiðslur til løgfrøðiliga hjálp, sum eru mett at hava kostað fyritøkuni meira enn 30 milliardir evrur. Tað svarar til 223 milliardir krónur.

 

11 milliónir bilar

Volkswagen hevur upplýst, at tilsamans 11 milliónir bilar høvdu ritbúnað, sum vísti, at bilarnir dálkaðu nógv minni, enn teir í veruleikanum gjørdu.

Volkswagen hevur viðgingið at hava svikað við útláti í 11 milliónum bilum i øllum heiminum. 

Meira enn 430.000 persónar stevndu týsku bilverksmiðjuna.

Ein brúkarafelagsskapur stevndi fyri mongu saksøkjararnar, sum kravdu endurgjald frá Volkswagen, eftir at svikið við útlátinum frá dieselbilunum varð avdúkað í 2015.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558