Gevst sum stjóri í Samherja

Gevst sum stjóri í Samherja
Þorsteinn Már Baldvinsson er 72 ára gamal, og hann hevur verið stjóri í Samherja, síðani felagið var stovnað í 1983
Þorsteinn Már Baldvinsson er 72 ára gamal. Hann hevur verið stjóri í Samherja síðani 1983, tá felagið var stovnað.
 
26.05.2025 - 08:49

Þorsteinn Már Baldvinsson, forstjórin í Samherja, fer úr tí starvinum í næsta mánaði.

Tað hevur hann boðað starvsfólki felagsins frá.

Hann hevur verið stjóri í Samherja í 42 ár, frá tí felagið var stovnað í 1983.

Nevndin hevur sett sonin hjá Þorsteini Már Baldvinssyni, Baldvin Þorsteinsson, í forstjórastarvið.

Hann er ein av størstu partaeigarunum í Samherja, og hevur verið nevndarformaður síðani 2023.

Þorsteinn Már Baldvinsson er 72 ára gamal. 

Meira enn 800 fólk arbeiða hjá Samherja-samtakinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558