Javnari inntøkubýti í Føroyum enn í hinum norðurlondunum

Javnari inntøkubýti í Føroyum enn í hinum norðurlondunum
Lægri gini-talið er, javnari er inntøkan í landinum
Í Íslandi og Føroyum er inntøkubýtið heldur javnari enn í hinum norðurlondunum.
 
08.06.2022 - 09:06

Gini-talið í Føroyum var 21,1 í 2020. Og tað er minni enn árið fyri, tá ið gini-talið var 22.

Tað skrivar Hagstovan.

Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum.

Lægri gini-talið er, javnari er inntøkan í landinum.

 

Gini-talið vísir, at minni munur er millum stóru og smærru inntøkurnar í Føroyum enn í øðrum norðurlondum.

Av norðurlondunum er minsti javnin í inntøkubýtinum í Grønlandi.

Síðani koma Áland, Danmark og Svøríki.

Í Íslandi og Føroyum er inntøkubýtið heldur javnari enn í hinum norðurlondunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688