Landið selur partapeningin í Tjaldri

Landið selur partapeningin í Tjaldri
Sølan skal avgreiðast sum skjótast, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður
Ognarluturin hjá landinum í partafelagnum Tjaldri er sjey mió. kr. Ognin í Tjaldri stavar frá søluni av Skipafelagnum, sum Eimskip keypti.
 
09.06.2022 - 13:29

Nú byrjar tilgongdin at selja landsins part í partafelagnum Tjaldri. Parturin hjá landinum er 2,8 prosent av partapeninginum, og sambært fíggjarlógini fyri í ár, er virðið mett til umleið sjey milliónir kr.

Fíggjarmálaráðið sigur seg hava tørv á ráðgeving og fyriskipan av søluni, og vil hava fyritøkur at bjóða seg til at avgreiða tann partin.

Tilfar um tað sæst á Keypsportalinum.

Sølan skal avgreiðast sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen:

 

1532606

 

Fleiri dótturfeløg

P.f. Tjaldur er samtaksfelag, har virksemið í mestan mun fer fram í dótturfeløgum.

Atknýttu fyritøkurnar eru Sp/f Kerið, Sp/f Skrínið, Sp/f Hjallur, Sp/f Undir Bryggjubakka, Sp/f Løkir, P/f John Dam & Co., P/f North Nest Capital, Sp/f Kolan og Tjaldur Holdco I AS (Oslo).

Felagið eigur kapitalpartar í assosieraðu fyritøkunum Sp/f Vindrøkt og Sp/f Føroyska Nummarfelagið. Felagið ger eisini íløgur í onnur virðisbrøv og kapitalpartar.

Virksemið er á ymiskum vinnuøkjum og marknaðum og er innan sølu, tænastu og menning av útgerð til alivinnuna, fiskivinnuna, orku, KT-veiting og íløgur annars.

 

Eginognin 538 mió. kr.

Í roknskapinum 2021 var samlaða ognin hjá samtakinum 909,3 mió. kr. og eginognin 538 mió. kr., av hesum eru minnilutapartar 111,3 mió. kr.

Nettosølan var 1.305,1 mió. kr. og úrslitið 194 mió. kr., av hesum 22,4 mió. kr. til minnilutaáhugamálini. P.f. Tjaldur læt vinningsbýti upp á 25 mió. kr., og hevur latið 15-25 mió. kr. í vinningsbýti síðani 2015.

Ráðgevingararbeiðið skal byrja í juli og skal vera avgreitt skjótast gjørligt, upplýsir Fíggjarmálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946