Tað var ikki yvirgangur

Tað var ikki yvirgangur
Maðurin, sum koyrdi inn í mannamúgvuna í gjár, er helst sálarliga sjúkur, sigur borgarstjórin í Berlin
Eitt fólk doyði og 14 vóru særd, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Berlin í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.06.2022 - 09:12

Tað var ikki yvirgangur, tá ein maður í gjár koyrdi inn í eina mannamúgvu í Berlin.

Heldur var 29 ára gamli maðurin, sum koyrdi bilin, sálarliga sjúkur, sigur borgarstjórin í Berlin, Franziska Giffey, við týsku útvarpsstøðina, RBB Inforadio.

- Við hjálp frá tulkum roynir politiið at fáa greiði á, hvat tað er, sum týski-armenski maðurin sigur, tí hann er illa fyri, sigur Giffey.

Ein kvinna doyði, tá hon var yvirkoyrd.

Hon var lærari hjá einum skúlaflokki, sum var útferð í Berlin, og 14 næmingar úr flokkinum fingu skaða í tilburðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659