Breddin: Ferðavinnan og framtíðarútlit

Breddin: Ferðavinnan og framtíðarútlit
Í seinastu sendingini fyri summarfrítíðina verður sjóneykan sett á ferðavinnuna. M.a. verður orðaskifti millum fólk, sum seta dagsskránna í vinnuni
Nógv útlendsk ferðafólk eru í Føroyum. Breddin varpar ljós á ferðavinnuna í seinastu sendingini fyri summarfrítíðina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2022 - 09:18

Ferðavinnan blómaði í 2019, men so kom korona, sum steðgaði øllum. 

Nú korona er av, hevur ferðavinnan av álvara ment seg aftur, og so mikið væl gongst, at ferðafólkatalið um flogvøllin er farið upp um talið í mai 2019, ið tá var tað mesta ein mai mánað.

Vit seta í hesum seinasta Breddanum fyri summarfrítíðina sjóneykuna á ferðavinnuna.

Hvussu veit við hjá ferðavinnuni, er hon broytt eftir koronutíðina, og hvussu síggja framtíðarútlitini út?

Í sendingini hava vit samrøður við fólk, sum arbeiða í vinnuni. Vit hara eisini verið á gøtuni í Havn og hitt ferðafólk og millum annað spurt tey, hví tey koma higar,  hvat tey hava upplivað, ella vænta at uppliva. 

Síðani hava vit orðaskifti í útvarpsstovuni við fólki, sum eru við til at seta dagsskránna í ferðavinnuna.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817