Sjómaður druknaður

Sjómaður druknaður
Ein maður var funnin lívleysur í sjónum við bryggjukantin á Vestaru bryggju í Havn seinnapartin í gjár
Løgreglan leitar eftir fólki, sum hava sæð mannin millum 15:30 og klokkan 16 á Vestaru bryggju við oljukajina. Tilvildarlig savnsmynd
 
19.06.2022 - 09:53

Ein maður var funnin lívleysur í sjónum við bryggjukantin á Vestaru bryggju í Havn seinnapartin í gjár. Staðfest var, at hann var druknaður. Tey avvarandi hava fingið boðini. Løgreglan arbeiðir enn við at skapa eina tíðarlinju, og í tí sambandi vil løgreglan gjarna hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð eitthvørt millum klokkan hálvgum fýra og og fýra í gjár. Tað verður hildið, at vera hent tá. 

Vakmyndatól
Vakmyndatól eru á Vestaru bryggju, og løgreglan hevur sæð upptøkurnar. Men upptøkurnar siga einki um, júst hvat er hent. 
Talan var um ein sjómann um 60 ára aldur, sum skuldi umborð á skip og helst hevur verið áhaldsin og er farin niðurmillum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213