Føroyskur fimleikari bestur í danska ríkinum

Føroyskur fimleikari bestur í danska ríkinum
Aron D. Jacobsen varð samanlagt besti amboðsfimleikarin í danska ríkinum, tá kappast var um danmarksmeistaraheitið. Fleiri føroyingar stóðu seg væl
Føroyskir fimleikarar stóðu seg væl í DM-kappingini í amboðsfimleiki um vikuskiftið
Mynd: Havnar Fimleikafelag  
 
26.06.2022 - 15:18

Aron D. Jacobsen gjørdist um vikuskiftið besti amboðsfimleikarin í danska kongaríkinum, tá hann vann fýra gull, tvey silvur og eitt bronsuheiðursmerki í kappingini um danmarksmeistaraheitið, skrivar Havnar Fimleikafelag.

Hann venur við danska felagnum, Gefion.

Fleiri føroyingar stóðu seg væl í kappingini.

Rani Allansson Dalsgarð vann gull á gólvinum og í lopi, meðan Hjálmar Allansson Dalsgarð fekk silvur á gólvinum. Báðir eru úr Havnar Fimleikafelag.

Rókur Vestergaard úr Ljósinum vann gull í beinsveiggi í U19-aldursbólkinum, og Bjarki Johannesen úr Havnar Fimleikafelag vann gull í ringum og lopi og bronsu í beinsveiggi og rekk. Hann varð triðbesti fimleikarin í U17-aldursbólkinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392