Stórur munur á brennievnisprísunum í Føroyum

Stórur munur á brennievnisprísunum í Føroyum
Mikudagin kostaði gassoljan í miðal 9,91 kr. fyri liturin í Føroyum. Brentprísurin var 5,67 kr. Munurin er 4,24 kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.06.2022 - 09:57

Stórur munur er á brennievnisprísunum í Føroyum og prísinum á Brent-ráolju.

Mikudagin kostaði gassoljan í miðal 9,91 kr. fyri liturin í Føroyum. Brentprísurin var 5,67 kr. Munurin er 4,24 kr.

Bensinið kostaði í miðal 10,26 kr. Brentprísurin var 5,67 kr. Munurin er 4,59 kr.

Og diesel kostaði 10,15 kr. í miðal. Brentprísurin var 5,67 kr., so her er munurin 4,48 kr.

Vantandi kapping helst orsøkin

Kappingareftirlitið hevur avgjørt at almannakunngera hagtølini um oljuprísir, sum Kappingareftirlitið hevur, nú oljuprísirnir eru alsamt frammi í fjølmiðlunum.

Kappingareftirlitið sigur, at tað er altíð ein møguleiki, um virkin kapping ikki er á einum marknaði, at príshækkingar gerast hægri enn innkeypsprísir geva orsøk til.

Kappingareftirlitið staðfesti í frágreiðingini “Oljumarknaðurin í Føroyum - frágreiðing um sølu av brennievnum í Føroyum”, sum var almannakunngjørd í 2016, at føroysku oljuprísirnir vóru høgir, og at vantandi kapping helst var orsøkin.

Kappingareftirlitið mælti tá til at skapa umstøður fyri betri kapping við at áleggja verandi oljufeløgum eina samhandilsskyldu í sambandi við heilsølu. 

Hetta vildi gera tað lættari hjá nýggjum feløgum at koma inn á marknaðin fyri smásølu.

Kunngera príshagtøl

Kappingareftirlitið hevur síðani frágreiðingina í 2016 hildið eyga við føroysku oljuprísinum. 

Prísirnir eru dagliga tiknir niður av heimasíðunum hjá oljufeløgunum, og við millumbilum samanbornir við viðkomandi samanberingargrundarlag, sum er prísurin á Brentráolju.

Øll hesi hagtøl almannakunnger Kappingareftirlitið nú. 

Tey eru á heimasíðuni hjá Kappingareftirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770