NM 2022 í amboðsfimleiki: Einki heiðursmerki hesa ferð

NM 2022 í amboðsfimleiki: Einki heiðursmerki hesa ferð
Um vikuskiftið kappaðist føroyska landsliðið í amboðsfimleiki í Norðurlendsku meistarakappingini. Føroysku fimleikarnir kláraðu seg væl, men kortini rakk ikki til heiðursmerki
Savnsmynd
 
06.07.2022 - 19:28

Tað rakk ikki til heiðursmerki hjá føroyska landsliðnum í amboðsfimleiki, sum hevur kappast í Norðurlendsku meistarakappingini.

Amboðsfimleikararnir kappaðust um vikuskiftið móti Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi í Kópavogi í Íslandi.

Føroysku fimleikarnir komu í tríggjar finalur, og teir stóðu seg væl, hóast einki heiðursmerki kom til høldar, sigur Fimleikasambandið, sum fegnast um úrslitið og góðu gongdini í føroyskum fimleiki. 

Hóast tað ikki rakk til heiðursmerki hesa ferð, so sæst týðiligt, at føroyskur fimleikur er mentur nógv hesi seinastu árini. Tað eru vit í Fimleikasambandinum sjálvsagt sera fegin um, stendur í tíðindaskrivi frá felagnum. 

13 fólk vóru við á føroyska landsliðnum - sjey kvinnur og seks menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584