Nawrocki verður nýggjur forseti í Póllandi

Nawrocki verður nýggjur forseti í Póllandi
Roknað verður við, at hann fer at halda somu kós sum undanmaðurin, Andrzej Duda
Karol Nawrocki vann forsetavalið í Póllandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2025 - 08:53

Konservativa valevnið, Karol Nawrocki, verður nýggjur forseti í Póllandi.

Tað er greitt, nú pólsku myndugleikarnir hava almannakunngjørt úrslitið av seinna valumfari, og tað gjørdist akkurát líka spennandi, sum roknað varð við undan valinum.

Endaliga úrslitið gjørdist, at Karol Nawrocki fekk 50.89 prosent av atkvøðunum, og Rafal Trzaskowski fekk 49,11 prosent, skrivar pólski miðilin tvpworld.com, og tí verður tað Nawrocki, sum tekur við sum forseti eftir Andrzej Duda.

Og tað er kanska ikki bara gott fyri politisku skipanina í Póllandi, skrivar tvpworld.com

 

Forsetavalið var javnt. Avbjóðarin, Rafal Trzaskowski, fekk 49,11 prosent av atkvøðunum. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Karol Nawrocki er konservativur og hevur stuðul frá nationalistiska flokkinum PiS, og hansara linja sampakkar ikki við ta ES-vinarligu linjuna hjá Donald Tusk, forsætisráðharra, og stjórn hansara.

Valdsskipanin í Pólandi er soleiðis skrúvað saman, at tað ikki er vanligt, at forsetin sjálvur ger lógaruppskot. Harafturímóti hevur hann vetorætt, og júst henda rættin hevur Andrzej Duda brúkt fleiri ferðir móti Donald Tusk seinastu 18 mánaðirnar.

Tí hevur stjórnin hjá Donald Tusk ikki hildið fleiri av vallyftunum, sum hon varð vald uppá, og sambært tvpworld.com er sannlíkt, at Nawrocki fer at halda somu kós sum undanmaðurin í forsetasessinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609