Samhugaverkfall fær ikki avleiðingar fyri ferðafólkini

Samhugaverkfall fær ikki avleiðingar fyri ferðafólkini
Flogmekanikarnir hjá SAS hava boðað frá, at teir fara í samhugaverkfall við flogskiparnar hjá SAS. Hetta fer tó ikki at merkjast hjá ferðafólkum.
 
07.07.2022 - 16:49

Tað fer ikki at merkjast hjá ferðafólkunum, at flogmekanikarnir hjá SAS nú fara í samhugaverkfall.

Á midnátt fóru 200 flogmekanikarar í samhugaverkfall, tí teir vilja vísa flogskiparunum stuðul.

Ferðafólk, ið skulu ferðast við SAS, nýtast ikki at stúra fyri ferðini, sigur kunningarleiðarin í Danmark við TV2.

– Samhugaverkfallið fer ikki at ávirka flogferðirnar, tí vit hava aðrar loysnir klárar til mekaniska viðlíkahaldið, sigur Alexandra Lindgren Kaoukji.

Ætlanin er at viðlíkahalda flogførini í øðrum floghavnum enn teimum donsku.

Hetta fer tó møguliga at leingja um flogtíðina, tá ið verkfallið er av, og tey flogfør, sum ikki verða viðlíkahildin í løtuni, skulu eftirkannast. 

Samhugaverkfallið er ein avleiðing av ósemjuni millum umleið 900 flogskiparar og leiðsluna hjá skandinaviska flogfelagnum.

Mánadagin fóru flogskipararnir hjá SAS í verkfall, tí partarnir ikki kundu semjast um ein nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. april. 

Umleið helvtin av øllum ætlaðu fráferðunum hjá SAS eru avlýstar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101