Shinzo Abe skotin

Shinzo Abe skotin
Fyrrverandi japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, varð skotin tá ið hann helt røðu í vesturjapanska býnum Nara.
 
08.07.2022 - 07:31

Shinzo Abe varð skotin umleið klokkan 11:30 lokala tíð. Tað er ikki vist, hvussu hann hevur tað, skrivar Ritzau.

Tað segði ein leiðandi talsmaður hjá japansku stjórnini á einum tíðindafundi tíðliga í morgun okkara tíð.

67-ára gamli Shinzo Abe er koyrdur á sjúkrahús, og lokalir fjølmiðlar skriva sambært tíðindastovuni, AFP, at tað lirrar ikki í honum.

Ein tíðindamaður sigur sambært Reuters, at tvey brak hoyrdust, ið ljóðaðu sum skot, tá ið fyrrverandi forsætisráðharrin helt røðu.

Ein 42 ára gamal maður er handtikin fyri at hava roynt at dripið fyrrverandi forsætisráðharran.

Shinzo Abe var forsætisráðharri í Japan í 2006 og aftur frá 2012 til 2020. Eingin annar hevur sitið so leingi í embætinum, sum hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096