Samráðingarnar byrja aftur

Samráðingarnar byrja aftur
Líkt er til, at samráðingar ímillum SAS og flogskipararnar, sum hava verið í verkfalli í eina viku, fara at byrja av nýggjum.
 
12.07.2022 - 10:27

SAS boðaði mánakvøldið frá, at samráðingarnar millum flogfelagið og flogskipararnar byrja aftur. Teir umleið 1.000 flogskipararnbir hjá SAS í Danmark, Noreg og Svøríki, fóru í verkfall 4. juli, tí samráðingar um nýggjan sáttmála bóru ikki á mál.

Flogskipararnir siga seg eisini taka undir við at taka samráðingarnar upp aftur.

Mett verður, at SAS hevur mist 600 milliónir krónur í inntøkum hesa vikuna, meðan flogskipararnir hava verið í verkfalli.

- Flogfelagið hevur boðað semingsmonnunum frá, at felagið er klárt at fara til samráðingar aftur. Sama hava flogskipararnir. Nú snýr seg tað seg um at finna ein dag, har partarnir eru tøkir og kunnu hittast aftur í Stokkhólmi. Alt bendir á, at partarnir hittast aftur mikudagin, sigur Katrine Overgaard Eilsø, sum er arbeiðsmarknaðartíðindakvinnan hjá DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. mai
RagnarRokk 29.mai 2025
191805
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192550
Hósdag 29. mai
Morgunlestur hósdagur 29.mai 2025
192275
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469