- Tíðindi, mentan og ítróttur
FM-kappróður í hálva øld

Tað var ikki fyrr enn í 1973, at farið var undir regluliga FM-kapping í kappróðri. Nú skuldu úrslitini á øllum stevnunum telja við.
Ein skipan við einum serstøkum FM-stevnuróðri eftir ólavsøku hevði verið síðani 1964, men tann royndin fánaði skjótt. Fyri ta tíð var einki meistaraheiti í kappróðri.
Í 1973 vóru bara fýra róðrar. 10. mannafør, 8.mannafør umframt gentur og dreingir. 6.mannaførini komu seinni.
Menninir byrjaðu í 1975 - fyrstu árini vóru Kollfirðingur og Hósvíkingur einsamallir - og kvinnurnar í 1983. Seinni eru so kvinnur eisini farnar at rógva í 5-mannaførum, og í ár eru gentur og dreingir flokkað í aldursbólkar á fyrsta sinni.
Fýra flokkar hava jubileum
Men í teimum elstu fýra róðrarflokkunum er talan um jubileum í ár. Tá allir FM-vinnararnir eru kosnir ólavsøkuaftan, hevur tað í eitt koyr verið róð um FM í hálva øld.
FM-røðin í 50 ár er henda:
| 5. mannafør gentur / kvinnur FM 1973 - 2022 |
5. mannafør dreingir FM 1973 - 2022 |
8. mannafør FM 1973 - 2022 |
10. mannafør FM 1973 - 2022 |
|
|---|---|---|---|---|
| 1973 | Tjaldrið | Sílið | Gøtu Tróndur | Havnarbáturin |
| 1974 | Sílið | Sílið | Ørvur | Havnarbáturin |
| 1975 | Svanur | Junkarin | Ørvur | Havnarbáturin |
| 1976 | Sílið | Junkarin | Oyndri | Havnarbáturin |
| 1977 | Firvaldur | Firvaldur | Oyndri | Havnarbáturin |
| 1978 | Firvaldur | Sílið | Kvívíkingur | Havnarbáturin |
| 1979 | Firvaldur | Svanur | Kvívíkingur | Havnarbáturin |
| 1980 | Sílið | Svanur | Kvívíkingur | Vágbingur |
| 1981 | Sílið | Svanur | Kvívíkingur | Nólsoyingur |
| 1982 | Sílið | Svanur | Oyndri | Nólsoyingur |
| 1983 | Bylgjan | Sílið | Oyndri | Vestmenningur |
| 1984 | Sílið | Svanur | Ørvur | Vestmenningur |
| 1985 | Sílið | Blikur | Knørrur | Nólsoyingur |
| 1986 | Blikur | Tjaldrið | Ørvur | Nólsoyingur |
| 1987 | Hvassi | Blikur | Ørvur | Vestmenningur |
| 1988 | Ørnin | Kollur | Miðvingur | Nólsoyingur |
| 1989 | Firvaldur | Blikur | Knørrur | Nólsoyingur |
| 1990 | Ørnin | Kollur | Knørrur | Havnarbáturin |
| 1991 | Ørnin | Tjaldrið | Argjabáturin | Havnarbáturin |
| 1992 | Báran | Sílið | Argjabáturin | Skálabáturin |
| 1993 | Báran | Drekin | Miðvingur | Skálabáturin |
| 1994 | Báran | Royndin Fríða | Argjabáturin | Skálabáturin |
| 1995 | Sílið | Kollur | Argjabáturin | Vestmenningur |
| 1996 | Sílið | Drekin | Kvívíkingur | Havnarbáturin |
| 1997 | Ørnin | Drekin | Argjabáturin | Vestmenningur |
| 1998 | Ørnin | Junkarin | Argjabáturin | Eysturoyingur |
| 1999 | Havfrúgvin | Havfrúgvin | Ørvur | Eysturoyingur |
| 2000 | Frúgvin | Tjaldrið | Argjabáturin | Vestmenningur |
| 2001 | Fípan Fagra | Tjaldrið | Nevið Reyða | Havnarbáturin |
| 2002 | Sílið | Sílið | Kvívíkingur | Eysturoyingur |
| 2003 | Drekin | Sílið | Ørvur | Eysturoyingur |
| 2004 | Blikur | Blikur | Argjabáturin | Havnarbáturin |
| 2005 | Sílið | Blikur | Nevið Reyða | Eysturoyingur |
| 2006 | Ørnin | Ritan | Knørrur | Eysturoyingur |
| 2007 | Sílið | Havfrúgvin | Heiðabáturin | Klaksvíkingur |
| 2008 | Sílið | Sílið | Heiðabáturin | Eysturoyingur |
| 2009 | Frúgvin | Tjaldrið | Argjabáturin | Havnarbáturin |
| 2010 | Erla Kongsdóttir | Blikur | Argjabáturin | Klaksvíkingur |
| 2011 | Junkarin | Jallurin | Argjabáturin | Eysturoyingur |
| 2012 | Havfrúgvin | Drekin | Argjabáturin | Klaksvíkingur |
| 2013 | Havfrúgvin | Drekin | Miðvingur | Klaksvíkingur |
| 2014 | Erla Kongsdóttir | Fípan Fagra | Kvívíkingur | Drekin Reyði |
| 2015 | Erla Kongsdóttir | Sílið | Argjabáturin | Klaksvíkingur |
| 2016 | Erla Kongsdóttir | Fípan Fagra | Nevið Reyða | Eysturoyingur |
| 2017 | Jallurin | Fípan Fagra | Tofta Regin | Klaksvíkingur |
| 2018 | Erla Kongsdóttir | Sílið | Argjabáturin | Ormurin Langi |
| 2019 | Erla Kongsdóttir | Royndin Fríða | Argjabáturin | Ormurin Langi |
| 2020 | Erla Kongsdóttir | Heykur | Nevið Reyða | Ormurin Langi |
| 2021 | Firvaldur | Fípan Fagra | Argjabáturin | Klaksvíkingur |
| 2022 | Tjaldrið | |||
| Vunnin FM-heiti | Vunnin FM-heiti | Vunnin FM-heiti | Vunnin FM-heiti | |
|
Sílið 13 |
Sílið 10 |
Argjabáturin 16 |
Havnarbáturin 13 |
Havnar Róðrarfelag hevur staðið seg væl í FM-kappingunum í kappróðri. Henda myndin er tikin í 1973, tá FM-kappingarnar byrjaðu. Her síggjast fleiri, sum róðu við Havnarbátinum og Sílinum tað árið.
























