Skjót krabbameinskanning minkar um vandan fyri at doyggja

Skjót krabbameinskanning minkar um vandan fyri at doyggja
Hjá monnum, sum verða screenaðir fyri krabba í tarmunum, minkar vandin 51 prosent
Í krabbameinsætlanini, sum Heilsumálaráðið kunngjørdi í vár, verður eisini mælt til at screena fyri tarmkrabba.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2022 - 10:22

At verða screenaður fyri krabbamein í tarminum, minkar um vandan fyri at doyggja.

Tað vísir gransking á sjúkrahúsinum í Region Midtjylland í Danmark.

Hvørt ár fáa umleið 5.000 fólk í Danmark staðfest krabba í tarminum. Í Føroyum hava vit ikki screening fyri krabbamein í tarmi.

- Við at verða screenaður, minkar vandin fyri at doyggja vanliga  29 prosent, sigur Mette Bach Larsen, sum er senior-granskari á universitetsdeildini fyri krabbameinsscreening, við danska kringvarpið.

 

2.000 doyggja um árið

Hon greiðir frá, at verður hugt at monnum, sum er farnir um tey seksti, minkar vandin fyri at doyggja 51 prosent.

Enn er tað bara stívliga helvtin av donskum monnum, sum taka av tilboðnum um screening.

Hvørt ár doyggja umleið 2.000 danir av sjúkuni.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, fekk nýggju krabbameinsætlanina frá arbeiðsbólkinum í vár.

 

Mæla eisini til screening í Føroyum

Í krabbameinsætlanini fyri Føroyar, sum Heilsumálaráðið kunngjørdi í apríl í ár, verður mælt til, at tað eins og í okkara grannalondum verður farið undir screening fyri tarmkrabba.

Mælt verður til at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika tilboðið og gera eitt nágreiniligt tilmæli um, hvat krevst fyri at fara undir tílíka screening í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533