Stendur á jøvnum millum bláa og reyða vong í Danmark

Stendur á jøvnum millum bláa og reyða vong í Danmark
Veljarkanning vísir, at Danmarksdemokratarnir høvdu fingið 10,8 prosent av atkvøðunum, var val nú
Kanningin vísir, at Danmarksdemokratarnir hjá Inger Støjberg fáa næstan 11 prosent av atkvøðunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.08.2022 - 09:07

Var val í Danmark nú, høvdu flokkarnir á reyða veingi fingið 47,9 prosent av atkvøðunum og flokkarnir á bláa veingi 47,8.

Tað vísir nýggj kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið.

Sostatt hevði stjórnin mist meirilutan. Flokkarnir á reyða veingi høvdu fingið tilsamans 84 sessir á fólkatingi. Flokkarnir á bláa veingi høvdu fingið 86 sessir.

Men Moderatarnir, sum standa til at fáa fimm sessir, hava ikki tikið støðu, hvønn vong teir fara at stuðla.

Veljarakanningin vísir eisini, at nýggi flokkurin, Danmarksdemokratarnir, hevði fingið 10,8 prosent av atkvøðunum, um val var í dag. 

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra. (Mynd: Ritzau Scnapix)

 

Støjberg og Løkke

Danmarksdemokratarnir er flokkur, sum fyrrverandi ráðharrin og næstformaðurin í Vinstraflokkinum, Inger Støjberg, hevur sett á stovn.

Flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderatarnir, hevði fingið 3,1 prosent.

Flokkurin hevur enn ikki sagt, um hann stuðlar Mette Frederiksen ella formanninum í Vinstraflokkinum, Jacob Ellemann-Jensen, sum forsætisráðharra.

Fólkatingsvalið skal í seinasta lagi vera 5. juni í næsta ár.

 

Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen hava ikki tikið støðu til, hvønn flokkurin skal vísa á sum forsætisráðharra. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Fyrireika seg til val

Men flokkarnir á Christiansborg eru av álvara farnir at fyrireika seg til val, eftir at Radikali flokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevur givið kravboð um, at Mette Frederiksen skal skriva út val í seinasta lagi 4. oktober, tá ið Fólkatingið kemur saman aftur. 

Um kravið ikki verður eftirlíkað, tekur Radikali flokkurin stuðulin til stjórnina aftur. 

Kravboðið hjá Radikala flokkinum um at skriva út val kom í kjalarvørrinum á atfinningunum frá nevndini, sum viðgjørdi málið um, at allir minkar í Danmark skuldu takast av.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423