Ríkisákærin í New York avhoyrir Trump í dag

Ríkisákærin í New York avhoyrir Trump í dag
Fyrrverandi forsetin er undir illgruna fyri at hava yvirmett virði á ognum
Kanningin av Donald Trump var sett í verk í 2019.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.08.2022 - 14:48

Eftir at tað er útsett fleiri ferðir, skal fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, avhoyrast í dag, skrivar New York Times.

Tað er skrivstovan hjá ríkisákæraranum í New York, sum skal avhoyra hann í sambandi við kanningina av handilsskapi hansara.

Kanningin var sett í verk í 2019.

Trump er undir illgruna fyri at hava yvirmett ognarvirðini í "Trump Organization" í sambandi við lániumsóknir í bankum, og/ ella at hava uppgivið ognarvirði í sambandi skattagjalding.

 

Heksajakt

Samstundis hevur Donald Trump í áravís verið kendur fyri at yvirmeta egið ríkidømi.

- Eg síggi betri út, um eg eri verdur 10 milliardir enn 4 milliardir, segði Trump við amerikanska búskapartíðarritið, Forbes, tá hann fyri nøkrum árum síðani royndi at krúpa sær longur upp eftir milliardingarstiganum hjá sama tíðarriti.

Fyrrverandi forsetin kallar kanningina fyri størstu fólkajagstran í amerikanskari søgu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744