Xi Ping fer at hitta Trump

Xi Ping fer at hitta Trump
Kinesiski forsetin fer at hitta amerikanska starvsbróðurin seinni í vikuni
Kinesiski og amerikanski forsetin hittast í USA í hesi vkuni.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.09.2026 - 10:26

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, fer at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, tá hann í vikuni fer til USA.

Tað váttar kinesiska stjórnin í fráboðan í dag.

Xi verður í USA frá mikudagin til fríggjadagin, tá umboð úr øllum heiminum savnast til ST High-Level Week í ST-høvuðssætinum í New York.

Sambært CNN, fer hann at hitta Trump í Washington hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni.

Fundurin verður, eftir at ovastu embætisfólk úr báðum londum um vikuskiftið umrøddu møguleikarnar fyri nýggjari ávaringarskipan um vitlíki, og umrøddu handilsviðurskifti í sambandi við fyrireikingar til samrøður í New York.

Tollur, vitlíki og spenta støðan í heiminum standa væntandi ovarlaga á skránni, tá leiðararnir báðir setast við samráðingarborðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025