Meloni ætlar at banna burka og niqab

Meloni ætlar at banna burka og niqab
Italsk børn eiga ikki at kenna seg sum minniluti í einum skúlaflokki, sigur italski forsætisráðharrin
Giorgia Meloni, forsætisráðharri í Italia, sigur, at talan er ikki longur um integratión, um næmingar, sum ikki skilja málið, sum undirvíst verða á.
Mynd: Remo Casilli/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.09.2026 - 08:23

Burka og niqab skulu bannast í skúlum í Italia, og mark skal setast fyri, hvussu nógvir útlendskir næmingar kunnu ganga í hvørjum flokki.

Tað er høvuðsboðskapurin í nýggjum pakka við tiltøkum, sum italski forsætisráðharrin, Georgia Meloni, í næstum fer at leggja fyri stjórnina.

- Italsk børn mugu ikki kenna seg sum minniluti í einum skúlaflokki, sigur Meloni sambært Politico.

Meloni sigur, at talan er ikki longur um integratión, um næmingar, sum ikki skilja málið, sum undirvíst verður á, eru stórur partur ella enntá meiriluti í einum flokki.

 

Umsorganartrot

- So er hetta ikki longur integratión. Tað er umsorganartrot, staðfesti Meloni á politiska festivalinum Fenix í Rom, sum ungdómsfelagsskapurin hjá nationalkonservativa flokkinum hjá henni, Italsku brøðurnir, skipaði fyri um vikuskiftið.

Umleið 930.000 næmingar, sum ikki hava italskan ríkisborgararætt, ganga í skúla í landinum. 

Tað svarar til sløk 11,6 prosent av øllum skúlanæmingum, vísa tøl frá granskingarstovninum Fondazione ISMU sambært Politico.

Meloni nevndi ikki, hvar markið skal vera, ella hvussu hetta ítøkiliga skal setast í verk.

Integratión er eitt av høvuðsevnunum í Italia til tjóðartingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi 22. desember næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308