Russiskur frælsisbólkur sigur seg hava ábyrgdina

Russiskur frælsisbólkur sigur seg hava ábyrgdina
Darya Dugina, dóttur Alexander Dugina, doyði av bilbumbu, sum var ætlað pápanum
Darya Dugina doyði av bilbumbu, sum var ætlað pápanum, ið vanliga verður nevndur "heilin á Putin."
 
23.08.2022 - 15:25

Ukraina verður ákært fyri at hava lagt bilbumbuna, ið drap Darya Dugina, dóttur Alexander Dugin, ið er næsti samstarvsfelagi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Pápin sigst vera heilin aftan fyri innrásina í Ukraina. 

Men nú tekur ein russiskur frælsisbólkur ábyrgdina, og sigur seg hava skipað fyri atsóknini. Endamálið er at fella Putin við valdi, sigur frælsisbólkurin sambært danska TV2.

Alexander Dugina hevur í vesturlendskum fjølmiðlum fingið eyknevnið, 'heilin á Putin', tí hann millum annað hevur sett orð á hugskotini um, at Russland eigur at verða endurreist sum heimsveldi, at Vesturheimurin er høvuðsfíggindi Russlands, og at Ukraina aftur eigur at verða limað inn í Russland. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523