Trump hóttir við at leypa á Iran aftur í kvøld

Trump hóttir við at leypa á Iran aftur í kvøld
Iran hevur longu svarað: Komið endiliga, ikki einasti amerikanskur hermaður kemur aftur á lívi, sigur talsmaður fyri iranska trygdarráðið
Donald Trump, forseti, sigur, at fyribils avtalan millum USA og Iran er brotin.
Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2026 - 15:49

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar um, at USA fer at leypa aftur á Iran í kvøld.

- Hetta er bert ein lítil ávaring. Vit fara at raka hart í kvøld.

Boðini, sum hann bar fram á tíðindafundi í Ankara, har NATO-toppfundur hevur verið, koma, eftir at londini bæði hava lopið á hvørt annað seinasta samdøgrið.

Úr Iran er longu svar komið:

- Komið endiliga! Vit bíða eftir tykkum. Og vit lova, at ikki ein einasti amerikanskur hermaður kemur aftur á lívi, skrivar Ebrahim Rezaei, talsmaður fyri almenna iranska trygdarráðið, í boðum á miðlinum, X.

 

Iran dripið fólk í 47 ár

Donald Trump sigur, at IRan hevur logið, svikað og dripið fólk í 47 ár, og at hann er fyrsti forseti, sum ger okkurt við tað.

Samstundis sigur hann, at fyribils avtalan, sum londini skrivaðu undir í juni mánaði, er brotin.

- Iran brýtur avtaluna hvønn dag, segði hann.

Sambært Trump er ikki vist, at londini semjast um eina endaliga avtalu.

- Vit gera tað kanska bara uttan eina avtalu. Tað er lættari, sigur Donald Trump.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523