SAS aftur stórt hall í øðrum ársfjórðingi

SAS aftur stórt hall í øðrum ársfjórðingi
Hallið var 1,3 milliardir kr., men eingin vandi er fyri, at felagið fer á húsagang, sigur stjórin í SAS í Danmark
SAS hevur framvegis stórt hall, vísa roknskapartølini fyri annan ársfjórðing.
 
26.08.2022 - 14:36

Flogfelagið SAS hevði aftur eitt risastórt hall í seinasta ársfjórðingi.

SAS hevur í dag kunngjørt roknskapin fyri mai, juni og juli, og á botnlinjuni standa minus 1,3 mia krónur.

Høvuðsorsøkin er verkfallið hjá flogskiparunum, sum vardi í 15 dagar. Umleið 4.000 fráferðir vóru avlýstar, og fleiri enn 380.000 ferðafólk sluppu ikki á flog, skrivar danska kringvarpið.

Hóast risastóra undirskotið, vaks ferðafólkatalið 143 prosent samanborið við somu tíð í fjør, sum tó var nakað ávirkað av koronusmittuni.

 

Skert flog

Tað er hóast alt ikki bert verkfallið, sum ávirkaði roknskapin, tí SAS hevur havt skert flog,  síðani koronasmittan fór at gera um seg fyrst í 2020 og hevur ikki havt avlop síðani seinnu hálvu av 2019.

Kortini er flogfelagið tó ikki í vanda fyri at fara á húsagang, sigur stjórin hjá SAS í Danmark, Simon Pauck Hansen, men hann sigur, at tey framhaldandi arbeiða við spariætlanum, umframt at tey hava tryggjað sær fígging til virksemi komandi árið, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025