Verri dygd á smáum vatnverkum

Verri dygd á smáum vatnverkum
Gransking hevur áður víst, at dygdin á drekkivatni er verri í smáum vatnveitingum enn størri vatnveitingum.
Norðurlendsku granskararnir vitjaðu millum annað vatnveitingina í Lamba.
Mynd: Mynd: Granskingarráðið  
 
27.08.2022 - 18:56

Norðurlendskir granskarar vóru fyrr henda mánaðin í Føroyum á eini verkstovu, ið snúði seg um drekkivatn, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Gransking hevur áður víst, at dygdin á drekkivatni er verri í smáum vatnveitingum enn størri vatnveitingum.

Meginparturin av føroyska drekkivatninum kemur frá júst smáum vatnveitingum, so tí er eyðsæð, at føroyskur áhugi er fyri at vera við í slíkari gransking.

Ein av niðurstøðunum er, at skal betri drekkivatnstrygd fáast, er neyðugt við eini váðagrundaða tilgongd.

Hetta háttalag hevur tó sínar avbjóðingar, tá talan er um smærri vatnveitingar.

Í hesum sambandi hava granskararnir samskift við myndugleikar, umframt smærri vatnverk í norðurlondum, fyri at eyðmerkja forðingar og møguligar loysnir, so ein váðagrundað tilgongd kann setast í verk.

Verkstovan, sum var frá 9. til 11. august, hevði til endamáls at gera arbeiðið liðugt, so úrslit og møguligar loysnir kunnu útgevast í fróðskaparritum og sum tilmæli at handa politikarum og myndugleikum á økinum.

Arbeiðið byggir víðari á grein, sum varð almannakunngjørd á ScienceDirect á heysti 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485