Fakfeløg: Flytingin av Dátueftirlitinum ikki rætt handfarin

Fakfeløg: Flytingin av Dátueftirlitinum ikki rætt handfarin
Starvsfólkini hava ikki havt høvi at gera viðmerkingar til málið, áðrenn avgerðin at flyta stovnin var endalig staðfest, siga trý fakfeløg
Ætlanin er at flyta Dátueftirlitið úr Havn inn á eystara arm av Skálafjørðinum.
Mynd: Tinganes.fo  
 
30.08.2022 - 13:03

Avgerðin um at flyta Dátueftirlitið inn á eystara arm á Skálafjørðinum er ikki rætt handfarin.

Tað hava Akademikarafelagið, Búskapar- og Løgfrøðingafelagið og Starvsfelagið í felag boðað løgmansskrivstovuni frá. 

Starvsfólkini hava ikki havt høvi at gera viðmerkingar til ætlanirnar, áðrenn avgerðin var endalig staðfest, stendur í skrivinum til løgmansskrivstovuna.

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, váttaði í útvarpstíðindunum 22. august, at staðsetingin av Dátueftirlitinum er úrslit av einum lokalpolitiskum býti. 

 

Elisabeth F. Rasmussen er forkvinna í BLF.

 

Men Dátueftirlitið hevur longu verið ígjøgnum fleiri broytingar seinastu tvey árini, og starvsfólkini vilja hava arbeiðsfrið, sigur Elisabeth F. Rasmussen, forkvinna í BLF.

Feløgini hava ikki fingið svar frá løgmansskrivstovuni. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30082022_Datueftirlitid_til_net

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860