Vilja hava Yvirfriðingarnevndina at taka málið uppaftur

Vilja hava Yvirfriðingarnevndina at taka málið uppaftur
"Varðveitið fríøkið við Sandá" sigur, at náttúrumargfeldið í fríøkinum við Sandá er sera stórt
Jóhann Mortensen er talsfólk fyri áhuga "Varðveitið fríøkið við Sandá."
 
30.08.2022 - 15:16

Áhugabólkurin "Varðveitið fríøkið við Sandá" hevur heitt á Yvirfriðingarnevndina, um at taka málið um fríøkið við Sandá uppaftur.

Síðani Yvirfriðingarnevndin gjørdi úrskurð í oktober 2021, hava lívfrøðingar staðfest, at náttúrumargfeldið í fríøkinum við Sandá er sera stórt, og at lendið er fjølbroytt. 

Um 90 plantusløg eru skrásett í økinum frá Sandágerði og niðan við Sandá, á skipaðum gongutúrum. 

 

 

Uttan at nevna umstríddu kirkjuna á Argjum, skrivar áhugabólkurin, at ein útvið 13 metrar høgur betongbygningur, sum verður staðsettur nærindis Sandá, minkar munandi um frílendisvirðið við Sandá.

Jóhann Mortensen er ein av talspersónunum fyri áhugabólkin, og hann sigur soleiðis um áheitanina á Yvirfriðingarnevndina:

 

30082022_Johan_Mortensen_til_net

 

Longri samrøða verður við Jóhann Mortensen í tíðindasendingini kl. 18.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952