- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árinsmetingin fyri pumpuverkið í Vestmanna góðkend

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri ætlaða pumpuverkið hjá SEV í Vestmanna.
Talan er um eitt orkuverk við bæði vatnturbinum, sum skulu framleiða streym við vatni úr byrgingini á Mýrunum, og pumpum, sum skulu pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali niðan í byrgingina á Mýrunum, tá avlopsorka frá vindmyllum er tøk.
400 metrar inni í fjallinum
Verkið verður gjørt 400 metrar inni í fjallinum. Í sambandi við at spreingja tunlar, høll inni í fjallinum o.a., er ætlanin at leggja uml. 390 tús. rúmmetrar av gróti á fyribils ella varandi goymslu á fýra plássum í Heygadali og á Mýrunum.
Í góðkenningini eru settar treytir um, at arbeiðið skal ávirka náttúruna minst møguligt, eitt nú fugl, landslagið, áirnar og vatnrenslið í haganum, sigur Umhvørvisstovan.
Góðkenningin sæst her.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at enn vanta nøkur loyvi, áðrenn farast kann undir arbeiðið upp á pumpuverkið. Aðalfundurin hjá SEV hevur samtykt, at arbeiðið kann í mesta lagi kosta 1,3 milliardir kr.
Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við SEV-stjóran í útvarpstíðindunum:




























