Fiskaútflutningurin vaksin 29 prosent í ár

Fiskaútflutningurin vaksin 29 prosent í ár
Samlaði útflutningurin av fiskavørum og øðrum vørum er 32 prosent størri enn somu tíð í fjør
Samlaði útflutningurin í ár er vaksin 32 prosent.
Mynd: Hagstovan  
 
16.09.2022 - 11:09

Fiskaútflutningurin í ár er vaksin 29 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,1 milliard krónur. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Samlaði útflutningurin fyri fyrstu sjey mánaðirnar er eisini gjørdur upp, og tilsamans er útflutt fyri 6,7 milliardir krónur. Hetta eru 1,6 milliardir krónur, ella 32 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. 

Útflutningurin av makreli er vaksin nógv í tíðarskeiðnum, tí makrelkvotan var fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.

 

Laksaútflutningurin tríggjar milliardir

Laksaútflutningurin heldur fram at vaksa. Í ár er útflutt fyri tríggjar milliardir krónur. Virðið er hækkað 707 milliónur krónur ella 30 prosent. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað 5.000 tons ella 12 prosent.

Gongdin er eisini góð fyri tosk og hýsu. Útflutningsvirðið er hækkað 214 milliónir krónur, ella 42 prosent, fyri tosk og 60 milliónir krónur, ella 63 prosent, fyri hýsu. Nøgdirnar av toski og hýsu eru vaksnar ávikavist 15 og 14 prosent.

Útflutningurin til Russlands er mestsum steðgaður upp. Í juli var útflutningurin 19 milliónur krónur. Hetta er nærum alt brennievni og onnur útgerð til russisk skip, sum bunkra í Føroyum.

&

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525