- Tíðindi, mentan og ítróttur
19 hval løgdu beinini
19 hval løgdu beinini
Ein lítil grind legði beinini á Sandinum í Syðrugøtu fyrrapartin, og seðlarnir koma út á kaiini í Norðragøtu klokkan 15.

Mynd: Elin S. Winther Poulsen
17.09.2022 - 12:11
19 hval løgdu beinini í grindini, sum varð hildin til í Syðrugøtu fyrrapartin.
Seðlarnir koma út klokkan 15 á kaiini í Norðragøtu.
Politiið fekk boðini um grindina klokkan eitt korter til níggju í morgun.
Talan var um ein bólk við springarum og ein bólk við grindahvalum.
Tað eydnaðist at skilja springararnar burturúr og lata teir fara, og at fáa rakstur á grindina.
Raksturin gekk væl, frætta vit úr Gøtu, og sjálvt drápið tók bara fáar minuttir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























