Nógv fleiri biðja um hjálp frá Reyða Krossi

Nógv fleiri biðja um hjálp frá Reyða Krossi
Stórur vøkstur hevur verið í umbønunum um mat og klæðir, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina
Bjørk Wiggins er samskipari hjá Reyða Krossi.
 
22.09.2022 - 12:00

Nógv fleiri biðja nú Reyða Kross um hjálp.

Samanborið við september í fjør, er vøksturin umleið 65 prosent higartil í september, og hann verður helst størri síðst í mánaðinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

21092022_-_Bjork_Wggins

 

Á Herberginum í Havn er gongdin tann sama. Tey hava fingið 50 prosent fleiri umbønir um hjálp henda mánaðin samanborið við september í fjør.

Tanya Møller, sum hevur Facebook-bólkin "Yvirskot til tín," sigur í viðmerking við Kringvarpið, at eisini hon merkir størri eftirspurning um hjálp.

Seinastu dagarnar hevur bólkurin fingið 14 umbønir um hjálp.

Í bólkinum "Yvirskot til tín" verða tey, sum hava tørv á hjálp, sett í samband við tey, sum veita hjálp.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870