Lavrov: Vesturheimurin er partur av krígnum í Ukraina

Lavrov: Vesturheimurin er partur av krígnum í Ukraina
Russiski uttanríkisráðharrin segði á ST-aðalfundinum, at lond, sum halda fram at stuðla Ukraina, ger, at kríggið varar longur
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, tók harðliga til orðanna á ST-aðalfundinum í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.09.2022 - 08:13

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, tók harðliga til orðanna í røðu síni í ST-trygdarráðnum í gjár um kríggið í Ukraina.

Lavrov kom ikki inn í salin, fyrr hann skuldi halda røðu, og fór útaftur, so skjótt sum hann var liðugur.

Lavrov segði, at Russland hevur ikki álit á altjóða revsidómstólinum. 

- USA og sameindu tess fjala, við stuðli frá altjóða mannarættindastovnum, yvir brotsverk hjá stýrinum í Kyiv, segði Lavrov.

Hann nýtti hópdrápini í Butsja sum dømi. 

 

Tilgjørd hópdráp

Lavrov segði, at russiskir myndugleikar fleiri ferðir hava heitt á dómstólin um at kanna sonevndu tilgjørdu hópdrápini, sum ukrainar hava framt.

Lavrov legði alla ábyrgd av krígnum á Ukraina, og segði, at ukrainsku myndugleikarnir hava jagstrað russarar í Donbas síðani 2014.

Lavrov segði eisini, at Vesturheimurin er partur av krígnum.

 

Sergej Lavrov hitti eisini kinesiska starvsbróður sín, Wang Yi, á ST-aðalfundinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Kríggið varar longur

- Lond, sum pumpa Ukraina fult av vápnum, og halda fram at stuðla Ukraina, gera, at kríggið varar longur. Vesturheimurin er partur av hesum krígnum, segði Lavrov.

Hann endurtók eisini, at Ukraina hevur ábyrgdina fyri álopunum á kjarnorkuverkið í Zaporizjzja.

Á ST-fundinum funnust fleiri lond, m.a. USA, Týskland og Noreg, hvassliga at Russlandi, og skuldsettu landið fyri brot á mannarættindi í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523