Skemtari stillar upp ímóti Nigel Farage

Skemtari stillar upp ímóti Nigel Farage
Fólk eru so smátt farin at halda, at Count Binface hevur møguleika at vinna valið. Hann hevur stillað upp seks ferðir fyrr
Count Binface hevur eitt stórt ruskílat á høvdinum, og hann líkist ein brynjuklæddum manni
Mynd: The Independent  
 
09.07.2026 - 15:48

Høvuðsmótvalevnið hjá Nigel Farage á komandi eykavalinum í Clacton on Sea verður væntandi skemtivalevnið Count Binface, skriva bretskir miðlar í dag.

Formaðurin í flokkinum Reform UK hevur sitið í parlamentinuma ein tíð. Men hann hevur verið undir trýsti orsakað av tveimum gølum um stuðul.

Fyrradagin boðaði hann frá, at hann leggur frá sær sum tingmaður. Soleiðis, sum enska valskipanin virkar, hevur tað við sær, at eitt annað tingfólk skal veljast. Tí verður eykaval í valdøminum Clacton on Sea.

Gáttin fyri at sleppa at stilla upp til parlamentið er lág. Tað krevur eitt depositum upp á 500 pund, og so undirskriftir frá 10 veljarum í valdøminum.

Bretar hava eisini eina eitt sindur serliga politiska mentan og ein eyðkendan serligan humor. Siðvenja er m.a. fyri skemtivalevnum.

 


Nigel Farage.

 

Hevur stillað upp seks ferðir

Helst kendasta skemtivalevnið í bretskum politikki seinastu árini, er júst Count Binface, sum hevur stillað upp 6 ferðir síðan 2019.

Hann vísir seg í búna, sum sær út sum, at hann er brynjuklæddur, og hjálmurin líkist einum ruskílati. Tað er skemtarin, Jonathan David Harvey, sum spælir leiklutin sum Count Binface. Navnið kann umsetast sum Greivi Ruskílatsandlit.

Hann hevur boðað frá, at hann stillar upp á eykavalinum móti Nigel Farage.

Labour-flokkurin, Konservativi flokkurin, Liberaldemokratarnir, Grøni flokkur og Restore Britain hava boðað frá, at teir stilla ikki upp á eykavalinum. Og nú eru fólk farin at halda, at Count Binface hesa ferð hevur ein veruligan møguleika at vinna, og at verða valdur í parlamentið.

BBC skrivar, at Reform UK-flokkurin hevur latið neyðugu skjølini inn, og at valdagurin helst verður 13. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375