Tjóðartingsval í Palestina 28. november

Tjóðartingsval í Palestina 28. november
Seinasta tjóðartingsvalið var í 2006, og lóggávutingið hevur ikki verið saman síðani 2007
90 ára gamli Mahmoud Abbas hevur verið forseti í Palestina síðani 2005.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.07.2026 - 14:29

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, boðar í dag frá, at tjóðartingsval verður 28.november.

Valið - um tað verður hildið - verður so tað fyrsta síðani 2006, tá ið Fatah-flokkurin hjá Mahmoud Abbas tapti fyri Hamas.

Lóggávutingið í Palestina hevur ikki verið saman síðani 2007.

- Forsetin heitir í boðunum til palestinska fólkið í Jerusalem, á Vestara áarbakka og í Gasa um at fara á frælsa valið, har tey skulu velja fólk beinleiðis inn í palestinska lóggávutingið, skrivar palestinska tíðindastovan, Wafa.

 

Einki forsetaval í 21 ár

Abbas, sum er 90 ára gamal, vann seinasta palestinska forsetavalið, sum var í 2005. 

Forsetavalskeiðið hjá honum endaði í 2009, men forsetaval hevur ikki verið síðani.

Abbas hevur stýrt landinum við hjálp frá eini forsetafyriskipan. Nógvar atfinningar hava verið um tað, bæði í Palestina og úti í heimi.

Í 2021 boðaði Abbas eisini frá forsetavali og vali til lóggávutingið, men bæði tvey vóru útsett í óásetta tíð. 

Abbas segði tá orsøkina vera, at Ísrael ikki vildi veita vissu fyri, at palestinar í hersetta Eysturjerusalem sluppu á val.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659