Veljarakanningar: Le Pen kann gerast næsti forsetin

Veljarakanningar: Le Pen kann gerast næsti forsetin
Tvær veljarakanningar, sum franskir miðlar hava gjørt, vísa, at hon er á odda í fyrsta umfari, og sannlíkt fer hon at vinna seinna umfar
Marine Le Pen hevur boðað frá, at hon stillar upp til forsetavalið í Fraklandi næsta ár, og hon stendur seg væl í veljarakanningunum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.07.2026 - 08:15

Hóast Marie Le Pen er dømd, vísa veljarakanningar, at Marine Le Pen kann gerast næsti forseti í Fraklandi.

Tvær veljarakanningar, sum franskir miðlar hava gjørt, vísa, at hon er á odda í fyrsta umfari, og sannlíkt fer hon at vinna seinna umfar 2. mai næsta ár, skrivar tíðindastovan Reuters.

Í einari veljarakanning er forkvinnan í høgravenda National Rally-flokkinum á odda við 36 prosentum í fyrra umfari, og einki av mótstøðuvalevnunum hjá henni fær meira enn 19 prosent. Í seinna umfari vísa veljarakanningar, at Le Pen vinnur.

 

Fekk ikki viðhald í kæruni

Í vikuni staðfesti ein kærudómstólur úrskurðin móti Le Pen fyri at hava misnýtt pengar úr ES. 

Hon er tí dømd trý ára fongsul. Tvey ár eru treytað, og triðja árið skal hon hava fótfjøtur.

Marine Le Pen missir eisini rættin at røkja politisk størv í 15 mánaðir - frá tí, at dómurin fall í mars í 2025. 

Marine Le Pen er eisini dømd at rinda 100.000 evrur í bót, og politiski flokkur hennara skal bøta tvær milliónir evrur. Av hesum er ein millión evrur treytað.

Formaðurin í Sosialistaflokkinum, Olivier Faure, kallaði Le Pen fyri eitt "ótrúliga gott valevni", men legði dent á, at nógvir flokkar halda tað vera skomm, at hon stillar upp eftir dómin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860