Havbúnaðarfelagið: Størri tøkugjald fer at ávirka íløguhugin

Havbúnaðarfelagið: Størri tøkugjald fer at ávirka íløguhugin
Felagið sigur, at neyvan í nøkrum landi er so nógvur skattur lagdur á alivinnuna sum í Føroyum
Stórur partur av yvirskotinum hjá alivinnuni fer til íløgur, sigur Havbúnaðarfelagið. (Savnsmynd)
 
27.09.2022 - 08:12

Havbúnaðarfelagið heldur lítið um uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka tøkugjaldið hjá alivinnuni.

Tað fer at ávirka hugin og møguleikarnar at gera íløgur í alivinnuna, sum fer at gjalda tað, sum svarar til dupultan partafelagsskatt, um tøkugjaldið verður hækkað soleiðis, sum landsstýrið ætlar, sigur Havbúnaðarfelagið.

Stórur partur av yvirskotinum hjá alivinnuni fer til íløgur, sigur Havbúnaðarfelagið. Summi ár eru íløgurnar størri enn sjálvt ársúrslitið hjá alifyritøkuni.

 

Nógvur skattur

Havbúnaðarfelagið sigur, at neyvan í nøkrum landi er so nógvur skattur lagdur á alivinnuna sum í Føroyum.

Felagið sigur, at lógin er ofta broytt við sera stuttum skotbrá og avmarkaðari viðgerð.

Hesaferð er hoyringarfreistin góðir tveir arbeiðsdagar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891