Fyrsta umfar av brasilska forsetavalinum verður í dag

Fyrsta umfar av brasilska forsetavalinum verður í dag
Tað sigst, at tað kann eydnast valevninum hjá vinstravonginum Luiz Luiz Iná-cio Lula da Silva at vinna longu í dag.
Mynd: AP Photo/Eraldo Peres  
 
02.10.2022 - 14:56

Tvær veljarakanningar spáa, at  Luiz Luiz Iná-cio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, fer at fáa 50 til 51 prosent av atkvøðunum. Kappingarneyti hansara, høgravendi forsetin Jair Bolso-naro, fer sambært kanningunum at fáa um 36-37 prosent. Hetta skrivar Ritzau.

11 forsetavalevni eru, og ein skal fáa minst 50 prosent av atkvøðunum fyri at vinna fyrsta valumfarið. Fær einki valevni 50 prosent av atkvøðunum í dag, so skulu tey tvey valevnini, sum fáa flest atkvøður, víðari til eitt annað og avgerðandi valumfarð sum verður tann 30. oktober.

Valið í dag verður mett at vera eitt tað mest polariserandi valið í Brasil í áratíggju. Bara í ár eru yvir 200 mál um politiskan harðskap í Brasil.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723