- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vatikanið endurnýggjar umstrídda avtalu við Kina
Vatikanið endurnýggjar umstrídda avtalu við Kina
Avtalan gevur kinesisku myndugleikunum heimild at velja biskupar, ið síðani skulu góðkennast í Rom

Mynd: Mynd: DR
23.10.2022 - 10:34
Eftir tingingar og eftirmetingar eru pávastólurin og Kina komin ásamt um at leingja verandi avtalu frá 2018 við tveimum árum, verður sagt frá Vatikaninum.
Avtalan, ið verður sædd sum ein pragmatisk loysn fyri katolikkarnar í Kina, varð fyrst longd í 2020 og er nú aftur longd, so hon gongur fram til 2024.
At talan er um eina umstrídda avtalu, siga atfinnarar fyrst og fremst skyldast, at kinesisku myndugleikarnir í sera stóran mun avmarka møguleikarnar hjá fólki at hava eitt virkið trúarlív.
Tað vísir seg eisini, at hesi fýra árini, síðani avtalan varð gjørd í 2018, eru bara seks biskupar tilnevndir í samsvari við avtaluna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























