TV2 Sport: Hákun til Berlin

TV2 Sport: Hákun til Berlin
Sambært danska TV2 Sport skiftir føroyski hondbóltsspælarin Hákun West av Teigum til týskan hondbólt í summar. Hann skal avloysa Hans Lindberg í Füchse Berlin í Bundesliguni
Flúgvandi: Sambært TV2 Sport skal Hákun West av Teigum til Füchse Berlin í summar
 
25.10.2022 - 09:13

Føroyski hondbóltsspælarin Hákun West av Teigum skal avloysa Hans Lindberg í týska bundesligufelagnum Füchse Berlin.

Tað skrivar TV2 Sport.

41 ára gamli danski vongurin váttar fyri TV2, at hann ikki fær nýggjan sáttmála í Füchse Berlin, og sambært danska miðlinum verður Hákun West av Teigum keyptur inn í hansara stað.

Dugnaligi føroyski vongurin hevur sáttmála við Skanderborg Aarhus til 2024, men sáttmálin hevur sum skilst eina sertreyt, sum ger, at hann kann fara til Berlin í summar.

Hvørki Hákun West av Teigum ella felag hansara, Skanderborg Aarhus, hava úttalað seg til TV2 Sport.

Fleiri onnur týsk feløg hava dyrgt eftir føroyska høgravonginum, skrivar danski miðilin. Füchse Berlin er í løtuni fremst í Bundesliguni, eitt stig framman fyri Kiel, har Elias Ellefsen á Skipagøtu skal spæla næsta kappingarár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938