Christian í Grótinum ætlar at keypa meirilutan í Magn

Christian í Grótinum ætlar at keypa meirilutan í Magn
Samtakið hevur boðið íslendsku fyritøkunum 170 milliónir kr. fyri 56 prosent av partabrøvunum í Orkufelagnum
Verður keypið veruleiki, fer samtakið Christian í Grótinum at eiga meirilutan í felagnum.
 
26.10.2022 - 13:01

Samtakið Christian í Grótinum bjóðar tveimum íslendskum fyritøkum 170 milliónir krónur fyri 56 prosent av partabrøvunum í Orkufelagnum, sum eigur øll partabrøvini í Magn.

Tað váttar Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum samtakinum. 

Verður keypið veruleiki, fer samtakið Christian í Grótinum at eiga meirilutan í felagnum. Men ætlanin er ikki at gera stórvegis broytingar.

Jan Petersen væntar, at bæði kósin í verandi virksemi og ætlanir fyri framtíðina eru á rættari leið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

26102022_Christian_i_Grotinum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025