Fleiri á vali í Havn og í Klaksvík

bannari
Fleiri á vali í Havn og í Klaksvík
Á middegi høvdu 200 valt í Runavík og 163 á Tvøroyri, og tað er minni enn á seinasta fólkatingsvali
Høllin á Hálsi er valstað í Havn. Á middegi høvdu heldur fleiri verið á vali í Havn enn á seinasta fólkatingsvali.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2022 - 10:53

Misjavn er, hvussu nógv hava verið á fólkatingsvali fyrrapartin á teimum fimm størstu valstøðunum á middegi. 

Í Havn høvdu 1674 fólk valt nú klokkan 12. Fyri trimum árum síðani høvdu 1646 sett krossin.

Í Klaksvík høvdu 369 fólk valt á middegi, samanborið við 337 í 2019. 

Í Runavík høvdu 200 verið á valið á middegi. Í 2019 vóru tey 259.

Á Giljanesi vóru tølini 130 á middegi, meðan 125 høvdu valt hesa tíðina við seinasta fólkatingsval.

Á Tvøroyri høvdu bert 163 valt nú fyri einum lítlum hálvum tíma síðani, samanborið við 235 klokkan 12 seinast, boða valstýrisformenninir frá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514