Trý vilja verða stjóri í Hondbóltssambandinum

Trý vilja verða stjóri í Hondbóltssambandinum
Trý vilja sleppa at stýra føroyskum hondbólti. Gunn Ellefsen, forkvinna í starvsnevndini, sigur, at HSF miðjar ímóti at seta starvið sum skjótast
Tríggjar umsøknir eru komnar til nýggja starvið sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroyar
 
03.11.2022 - 15:45

Tríggjar umsóknir eru komnar til starvið sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroyar.

Freistin at søkja var í gjár, og forkvinnan í starvsnevndini, Gunn Ellefsen, sigur, at umsóknirnar eru áhugaverdar.

Ein setanarbólkur er settur, og miðjað verður ímóti at seta starvið sum skjótast, sigur forkvinnan.

Gunn Ellefsen sigur, at vaksandi virksemi hjá Hondbóltssambandinum við regluligum HM og EM-undankappingum og ikki minst endaspølum hevur nógv krøv við sær.

Nýggi stjórin skal millum annað tryggja, at HSF livir upp til hesi krøv.

Umframt hetta, skal nýggi stjórin millum annað taka sær av teimum nógvu fyrisitingarligu uppgávunum, sum fylgja við stóra vøkstrinum, sum hevur verið seinastu árini. 

Bæði í altjóða virkseminum, men eisini viðvíkjandi heimligu kappingunum, sum eisini verða raðfestar høgt, sigur Gunn Ellefsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025